Visti tú, at 20 fiskar úr hvørjum einasta aliringi í Føroyum verða kannaðir fyri lús og táknubroytingar aðruhvørja viku?
Á Firum arbeiða kanningarfólk hvønn dag við kanna laksin. Tey ferðast runt til øll alibrúkini í Føroyum. Hvør einasti ringur í Føroyum verður kannaður aðruhvørja viku. Kanningafólkið møtir upp á landstøðini, skrivar seg inn og vaskar hendur, áðrenn farið verður í arbeiðsklæðini, sum alistøðin veitir. So verður siglt út á fyrsta ringin, har alararnir fanga 20 fiskar, sum kanningarfólkini doyva í einum kari, áðrenn tey kanna fiskin fyri lús og táknubroytingar. Alt verður skrivað niður, og so verður farið til næsta ringin, og sama kanning verður gjørd einaferð afturat. Soleiðis verður hildið fram, til allir ringarnir eru taldir. Tá fer kanningarfólkið aftur til Áir, har Firum heldur til, at føra tølini inn í eina aliskipan og senda tey til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og alifyritøkuna. Allar skrásetingarnar verða goymdar í eini telduskipan, og tí hava vit í Føroyum sera nógva vitan um gongdina við lúsini liggjandi. Næsta dagin fer kanningarfólkið til eitt annað alibrúk at gera kanningarnar. Her er tað Daniella, sum er til arbeiðis.
Sí fleiri videobrot á okkara YouTube rás HER