Lúka 24: Visti tú at sjóeinglar finnast í føroysku firðunum? (1)

Í lúku 24 kanst tú hitta eitt av teimum 80 djórasløgunum Fiskaaling eyðmerkti í einum sjógvsýni fyrr í ár. Tá vit gjørdu eDNA kanningar av sjógvsýnum funnu vit DNA slóðir av sjóeinglum.
 
Sjóeinglar eru gjøgnumskygdir sjósniglar, ið hava veingir, sum teir nýta til at svimja við. Teir eru sera smáir. Tað størsta slagið er um 1-2 cm til longdar.
 
 
Her kanst tú síggja sjónbandaupptøku av teimum: 

Við lúku 24 enda vit jólakalendaran á hesum sinni. Vit á Fiskaaling ynskja øllum eini gleðilig jól.
Sjóeinglar eru eisini í føroysku firðunum.