LÚKA 23: Visti tú, at laksurin, sum vit eta fyri at fáa betri hjartaheilsu, sjálvur kann hava hjartatrupulleikar?

Hjartað á laksi líkist menniskjahjartanum á tann hátt, at tað er ein vøddi, sum støðugt arbeiðir. Tí skal hjartað støðugt hava blóð fyri at virka. Blóðið fær hjartað gjøgnum hjartakrúnuæðrarnar.

Men, visti tú, at eins og hjá menniskjum kann laksur fáa tipta krúnuæðr og er tí í vanda fyri at fáa ein hjartatilburð vegna ilttrot? PhD verkætlan á Firum vísur, at laksur, sum er aldur við einum hægri hita á smoltstøðini fyri at vaksa skjótari, er í størri vanda fyri at fáa tipta æðr enn laksur, sum er aldur við lægri hita. Harafturat vísur altjóða kanning, sum Firum er partur av, at aldur laksur, sum veksur skjótt, fær meiri avskeplaði hjørtu, enn villur laksur fær. Sama kanning vísir tó, at hjørtuni á aldum laksi í Føroyum er meiri lík hjørtunum á villum laksi, samanborið við hjørtuni hjá laksi, sum er aldur í Norra. Við øðrum orðum eru sunnari.

Tróndur Dalsgarð hevur tikið myndina