Fiskaaling hevur avtalu við Uttanríkistænastuna um altjóða menningarsamstarv. Endamálið við avtaluni er, at virka fyri máttmenning (Capacity Development) við útbúgving, gransking og vitanardeiling og seta í verk átøk, sum hava til endamáls at breiða út vitan og serkunnleika til frama fyri menning og “good governance” innan aling í menningarlondum við denti á smáoyggjaríki í menning og strandarlond í menning.
Hetta hevur viðført, at Fiskaaling er farið undir at fyrireika eitt samstarv við Ísland, sum hevur fleiri ára royndir við altjóða menningarsamstarvi innan fiskivinnu og eisini alivinnu. Tey hava ment eina skipan, ið nevnist UNESCO-GRÓ. Partur av hesum er Fisheries Training Programme, ið eisini fevnir um burðadygga alivinnu. Hetta arbeiði hevur 25 ár á baki, og er eitt samstarv millum íslendsku Uttanríkistænastuna, United Nations Fisheries Training Programme (UN-FTP), granskingar- og lærustovnar. Sí eisini: Fisheries Training Programme under the auspices of UNESCO (grocentre.is)
Á hvørjum ári koma millum 20 og 25 luttakarar úr ymiskum menningarlondum kring heimin til Íslands, at luttaka í einum seks mánaðar longum skeiði, hvørs endamál er at styrkja vitan, førleikar og royndir innan fiski- og alivinnu. Á skeiðnum hesaferð eru fýra luttakarar, sum hava valt alivinnuna sum sergrein. Tey eru úr Jamaika, Kosta Rika, Nikaragua og Kenja, og koma til Føroya í januar á námsferð. Í Føroyum fara tey at vitja virkir og myndugleikar, eins og tey fara at fáa undirvísing frá granskarum á Fiskaaling.
Vit á Fiskaaling gleða okkum til vitjanina.
Virkisvitjan á fyritøkuni Þorbjörn í Grindavik
Amanda frá Fiskaaling greiðir frá
Luttakarar hava framløgur um aling í teirra heimlandi
Starvsfólk frá Fiskaaling lurta við stórum áhuga
Jólaheilsan frá GRÓ-FTP 2022-2023