LÚKA 22: Visti tú, at í 2024 verða metnógvar lúsakanningar framdar?

Seinastu nógvu árini hava kanningafólk hjá Firum kannað laksin í aliringunum fyri lús og táknubroytingar. Kanningarnar liggja í sera fastari legu, tí aðruhvørja viku verða 20 fiskar úr hvørjum einasta aliringi kannaðir.

Sum árini eru gingin, eru fleiri og fleiri kanningar framdar hvørt árið. Higartil í ár, t.v.s. til og við november, eru 621 kanningar framdar (merkt við gulum á myndini 'lúsakanningar'). Meta vit varðliga, at tað verða 50 kanningar í desember, so verða íalt 671 kanningar framdar í 2024, og tað er met.

Úrslitini av kanningunum kunnu brúkast til ymiskt. Eittnú hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan roknað seg fram til, at í løtuni, vika 50, eru íalt áleið 6.884.000 lakslýs í føroysku aliringunum. Tað eru fleiri enn í 2023 og færri enn í 2022.