Lúka 22: Visti tú, at Fiskaaling hevur framt yvir 600 lúsateljingar í ár?

At telja lús er eitt krevjandi arbeiði, sum skal gerast, hóast veðrið mangan kann arga. Tað er Fiskaaling, ið telur allar tær lógarbundnu lúsateljingarnar. Hetta merkir, at vit hava starvsfólk, sum ferðast millum aliøkini at telja lús á 20 laksum úr hvørjum einasta aliringi í minsta lagi 14. hvønn dag. Í løtuni eru sjey fólk á Fiskaaling, ið telja lýs. Fiskaaling leggur stóran dent á, at allir teljararnir skiftast um at telja á teimum ymsu aliøkjunum, so møguligir menniskjansligir munir millum teljararnar ávirka øll økini eins.
Higartil í ár hevur Fiskaaling gjørt 616 teljingar. Áleið 129.000 fiskar eru taldir úr 401 ymiskum aliringum, sum tilsamans svara til 6.054 aliringar. Miðal lúsatal fyri allar teljingar í 2023 er 0,32 kynsbúnar kvennlús fyri hvønn laks. 3 tær hægstu lúsateljingar í 2023 eru á 6,18, 2,44 og 2,00 kynsbúnar kvennlús fyri hvønn laks.
Lúsateljingarnar hjá Fiskaaling eru ein týdningarmikil liður í stríðnum móti lús. Heilsufrøðiliga starvsstovan brúkar teljingarnar í sínum eftirlitsarbeiði. Harafturat verða dátur frá lúsateljingunum nýttar í granskingararbeiðinum, sum hevur givið nógva vitan, sum er til stórt gagns fyri bæði myndugleikar og alivinnu.