Lúsateljingarnar hjá Fiskaaling eru ein týdningarmikil liður í stríðnum móti lús. Sambært lúsakunngerðini skulu lýsnar á 20 laksum úr øllum aliringum í Føroyum teljast í minsta lagi 14. hvønn dag.
Lúsateljingar eru eitt týðandi amboð hjá alifeløgunum at tilrættisleggja alivirksemi. Heilsufrøðiliga starvsstovan brúkar teljingarnar í sínum eftirlitarbeiði. Harafturat verða data frá lúsateljingunum nýtt í granskingararbeiðinum, sum hevur givið nógva vitan, sum er til stórt gagns fyri bæði myndugleikar og alivinnu.
Tað er Fiskaaling sum samskipar og fremur hesar teljingar. Tað hevur stóran týdning, at lúsateljingarnar eru so neyvar, sum yvirhøvur til ber. Í løtuni eru seks fólk á Fiskaaling, ið telja lýs. Fiskaaling leggur stóran dent á, at allir teljararnir skiftast um at telja á teimum ymsu aliøkjunum, so møguligir menniskjansligir munir millum teljararnar ávirka øll økini eins.
Higartil í ár hevur Fiskaaling gjørt 573 teljingar, har áleið 120.000 fiskar eru taldir í aliringunum kring landið.