CTD tólið umborð á granskingarfarinum Andrias Reinert

Lúka 21: Visti tú, at vit máta í sjónum við CTD???

CTD er kanska ikki eitt heppið navn til eitt mátitól í Føroyum, men sannleikin er tann at tað er eitt tað mest brúkta tólið til havfrøðiligar kanningar. CTD stendur fyri Conductivity, Temperature og Depth, og verður tólið brúkt at kanna hvussu sjógvurin er ígjøgnum vatnsúluna.
CTD tólið mátar millum annað hita, saltinnihald, súrevnisinnihald, tættleika og flúrglógvan í sjónum. Tólið mátar 16 ferðir um sekundið, ímeðan tað verður lorað frá vatnskorpuni og niður á botn. Ger mann mátingar við CTD í tíð og stað, so fær mann eina góða mynd av t.d. lagdeiling og avlæsing í økinum.
Umframt hetta hevur tólið fløskur, ið kunnu opnast á ymiskum dýpum, og harvið taka vatnsýnir av ymiskum dýpum til kanningar fyri t.d. nøgd av tøðsøltum og plantuæti.
Fiskaaling nýtir CTD mátingar í gransking av føroysku firðunum, umframt í umbiðnum verkætlanum fyri fyritøkur.


CTD tólið umborð á granskingarfarinum Andrias Reinert


CTD tólið verður tikið upp aftur úr sjónum