Á Firum hava vit eitt 3D havmodell, sum eitur FarCoast. Hetta kann myndla rákið, hitan, saltið og sjóvarfallið rundan um Føroyar og á teimum føroysku firðunum. Hetta havmodellið er tydningarmikil hjálp í fleiri verkætlanum hjá Firum. Vit brúka millum annað hesi úrslitini, tá ið vit kanna, hvussu bitlar og annað tilfar ferðast við rákinum. Vit hava eina læsta útgávu av FarCoast. Hon eitur version 1. Og vit hava eina granskingar útgávu, sum kallast FarCoast Version 2.
Vit nýta okkara superteldu, Kvæsir, tá vit myndla við FarCoast. Harvið kunna vit granska rákið á føroyska landgrunninum og á teimum føroysku firðunum. Við at nýta matematiska alisfrøði og mátingar umframt vitan um vatnrørslur á jørðini kunnu vit við FarCoast frammanundan síggja rákið á okkara superteldu.