Fiskaaling eigur eina rúgvu av útgerð til at gera mátingar av havinum og lívinum í tí.
Eitt nú hava vit tvær alduboyur, sokallaðar waveriders, ið ríða á aldunum og gera aldumátingar. Í 20 minuttir mátar boyan, við hjálp frá einum accelerometri, hvussu hon ferðast upp og niður, og at enda roknar hon ymisk alduvirði út, so sum mestu og miðal alduhædd og aldutíðir. Hetta er virðismikil vitan t.d. fyri aling á ábærum økjum.
Tann eldra boyan hevði ligið nakað leingi á hillini, og vit hildu tað vera upplagt at seta hana út á Kaldbaksfjørð at dusa sær í nøkrum vetrarstormum. Vit hava longu langar og umfatandi tíðarrøðir úr Kaldbaksfirði, men ongar aldumátingar, so tað verður gott afturat.
Myndirnar eru frá útsetingini týsmorgun 12. desember.