Við støði í úrslitum frá botndjórakanningum, sum eru gjørdar á aliøkjum kring landið síðani 1998, hevur Fiskaaling ment eina flokkingarskipan, ið kann nýtast til at meta um ávirkanina av alivirkseminum á botnin. Endamálið við flokkingarskipanina er at hava eitt amboð, sum myndugleikar, alifeløg o.o. kunnu brúka at regulera, planleggja ella á annan hátt leggja alivksemi til rættis.
Síðani 1998 eru kanningar av bortdjóralívinum regluliga gjørdar, tí umhvørvisgóðkenningarnar hjá alifeløgunum hava havt ásetingar um hetta. Tað er ábyrgdin hjá alifeløgunum at umbiðja hesar kanningar og eru tað m.a. Biofar og Havlívfrøðiliga royndarstovan, sum hava staðið fyri at gera kanningarnar. Tað eru úrslit frá hesum kanningum, sum eru grundarlagið undir drúgva arbeiðinum at menna eina flokkingarskipa, sum tekur støði í náttúrliga botndjóralívinum á føroyskum firðum.
Arbeiðið byggir á ritið Botndjórasamfeløg- eitt føroyskt sammetingargrundarlag frá 2018. Arbeiðið at menna flokkingarskipanina er fíggjað av Havbúnaðarfelagnum og Umhvørvisstovuni. Fiskaaling gjørdi arbeiðið og ein stýribólkur, ið var mannaður við umboðum frá Havbúnaðarfelagnum, Umhvørvisstovuni, Havstovuni og Biofar.
Les meiri um hetta arbeiðið á:
Fiskaaling rit: Slóðbrótandi flokkingarskipan fyri botndjór í Føroyum
Fiskaaling rit: Slóðbrótandi flokkingarskipan fyri botndjór í Føroyum
Flokkingarskipan, ið lýsir vistfrøðiligu støðuna