Umframt at savna inn sjósíl við gørnum, fáa vit eisini hjálp frá sílaveiðifólki, ið verða eggjaði til at senda sílaroðslu til Fiskaaling. Ein og hvør, ið fær síl, kann savna inn roðslu til Fiskaaling og vera við í lutakastinum um 10.000 skattafríar krónur. Endamálið við verkætlaninini er at kanna umstøðurnar og liviháttin hjá føroyskum sjósílum. Verkætlanin er stuðlað av Føroya Havbúnaðarfelagi.
Freistin at senda brævbjálvar við sílaroðslu var í gjár, 1. desember. Inn komu 155 brævbjálvar. Lutakastið verður fríggjadagin 9. desember, og vit senda beinleiðis frá lutakastinum á Facebook.
Les meira: Trivnaður hjá sjósílum (fiskaaling.fo)
Asbjørn Dahl Jacobsen, kanningarfólk, skrásetur upplýsingarnar á brævbjálvunum.
Jákup Jacobsen, kanningarfólk, skrásetur upplýsingarnar á brævbjálvunum.
Tummas Rógvi og Kirstin Eliasen. Tummas Rógvi hjálpti okkum at finna vinnaran í fjør.
Kontaktpersónur: Kirstin Eliasen