LÚKA 19: Visti tú, at 2025 er kúlulaksaár?

Seinastu árini hava vit fingið fleiri fráboðanir um kúlulaks í Føroyum. Fyrstu ferð, at fleiri kúlulaksar vórðu fráboðaðir, var í 2017, tá fimm kúlulaksar vórðu fingnir við tráðu. Í 2019 vórðu seks kúlulaksar fráboðaðir, og í 2021 var talið sjey. Í 2023 kom fráboðan um 4 kúlulaksar. Nógv teir flestu kúlulaksarnir eru fingnir í Skálafirði. Tó eru teir eisini fingnir í Kaldbak og í Trongisvági.

Kúlulaksurin verður kynsbúgvin sum tvey ára gamal og doyr stutt eftir gýting. Stutta tvey ára lívsringrásin hevur borið við sær, at slagið hevur tveir gýtingarstovnar: ein, ið gýtir líka ár, og ein, ið gýtir ólíka ár. Tað er gýtingarstovnurin, ið gýtir ólíka ár, sum hevur verið at sæð um okkara leiðir síðani 2017. Tað merkir, at komandi á, 2025, er kúlulaksaár. Sig okkum endiliga frá, um tú fært ella sært kúlulaks komandi summar.

Ovalir blettir á stertinum.

Siljafiskurin hevur svarta tungu í gýtingartíðarskeiðnum.