LÚKA 18: Visti tú, at roðslan sigur okkum heilt nógv um síl?

Sílafiskarar hava verið sera beinasamir og sent okkum nógvar brævbjálvar við roðslu og upplýsingum um síl. Roðsluna kanna vit gjølla. Fyrst taka vit mynd undir sjóneyku. Myndina goyma vit í einum myndabanka. Tá kunnu vit brúka myndina talgilt og kanna, hvussu gamal fiskurin er, nær hann er farin úr ánni og á sjógv, hvussu hann hevur trivist, hvussu ofta hann vitjar aftur til ánna og tílíkt.

David kannar roðsluna og skrásetir tað, sum roðslan avdúkar um fiskin. Tann vitanin verður førd inn í ein dátugrunn, sum er grundarlag undir gransking. At enda verða boð skrivað út aftur til tann, sum sendi brævbjálvan.