Saman við granskarum frá Grønlands Naturinstitut eru granskarar á Fiskaaling við í verkætlanini BlueCea, har kannað verður hvar tari, sum veksur fram við strendur, endar. Kannað verður um hann endar á botni á firðum ella fer út á opið hav. Mesti parturin av CO2, sum natúrliga fer úr luftini verður upptikin í sjónum, men hvønn leiklut tari hevur í hesi ringrás vita vit lítið um. Hvar tarin endar hevur týdning fyri um CO2 úr taranum verður verandi á botninum ella fer aftur í luftina.
Í verkætlanini verða kanningar gjørdar á einum fjørði í Grønlandi nevndur Sermilik. Hesar verða síðani samanbornar við kanningar á Kaldbaksfirði.
Á myndini frá Kaldbak síggja vit 2 sløg av tara. Annar hevur eina luftbløðru og kann tí flóta langt um hann loysnar. Hin flýtur ikki, men fer við rákinum ella søkkur til botns.
Alt hetta royna vit at myndla sum ein part av verkætlanini BluCea, fyri at læra hvar ymisk sløg av tara enda.
Verkætlanin fevnir um nógv fakøkir, bæði um modellering, mátingar, tracking og eDNA. Afturat Fiskaaling eru Havstovan, TARI og Aarhus Universitet við í verkætlanini.
Mynd av tara framvið strondina í Kobbefjord í Nuuk, Grønlandi
Mynd frá Kaldbak. Her síggja vit 2 sløg av tara. Annar hevur eina luftbløðru og kann tí flóta langt um hann loysnar. Hin flýtur ikki, men fer við rákinum ella søkkur til botns.