Hetta var ein av niðurstøðunum hjá Trónda J. Kragesteen, sum skrivaði masterritgerð á Fiskaaling um sporingsmyndil, ið roknar sambandið millum aliøkini í Føroyum orsakað av sjóvarfalsrákinum.
Hann skrivaði síðani PhD-ritgerð á Fiskaaling, sum hann vardi í 2020 og er nærum liðugur við eina post.doc. verkætlan. Í verkætlanini arbeiðir hann við at gera forsagnir fyri hvussu lúsagongdin er á ymisku aliøkjunum í Føroyum.

Lúsaprognosoukort kann nýtast sum eitt tól til at finna skynsamastu umsitingarætlanina av lús í Føroyum.

Tróndur J. Kragesteen, granskari á Fiskaaling.