Við at gera royndirnar regluliga ber til at fáa so góðar ábendingar, sum til ber. Royndirnar verða tiknar innan av Kaldbaksfirði og út millum Stong og Eystnes. Fyrstu royndirnar vórðu gjørdar í 2021, og í summar varð roynd nummar 52 gjørd. Salt, hiti, trýst, ilt flúrglógvan (flourescens) og ljós verða kannað. Eisini verður kannað fyri plantuæti, tøðsølt og eDNA. Verkætlanin kallast FjordProcess, FMHAT og Fjarðarrannsókn – Kaldbaksfjørður.
Sí fleiri videobrot á okkara YouTube rás HER