Fiskaaling arbeiðir við ávirkan av aling á umhvørvið í firðunum og ávirkan av umhvørvinum á alingina. Fyri at skilja hesar interaktiónir mugu vit kenna náttúrliga umhvørvi í firðunum. Tískil nýta vit umhvørvis-DNA (eDNA) kanningar at geva okkum eina betri grundleggjandi vitan um lívmargfeldi á føroysku firðunum. Soleiðis verða vit betri før fyri at tulka hvat eru náttúrliga broytingar og hvat møguliga eru neiligar ávirkanir av eitt nú aling. Somuleiðis kunnu vit síggja um ávísar broytingar í umhvørvinum hava neiliga ávirkan á aliumstøðurnar.