Alilaksur kann verða álopin av eini einkyknuveru.
Hendan veran kallast AGD, Amoebic Gill Disease, og hevur einans eina kyknu. Hon deilist skjótt og veksur tí ógvusliga í tali. Verurnar kunnu seta seg sum ein skón á táknurnar á laksi og gera tað trupult hjá laksinum at fáa súrevni úr sjónum. Hendan lítla veran megnar ikki at vera í feskum vatni. Tá doyr hon. AGD kann vera stór plága fyri alifisk og gera, at fiskurin mistrívist.