Laksalúsin smittar við búningarstigum, sum reka frítt við streyminum og vanliga verður sagt at hon finst bara ovast í sjónum. Hetta hava vit á Fiskaaling kanna nærri. Tað vísir seg at laksalús finst heilt niður á 40 metra dýpi, sum er tað djúpasta vit hava kannað, og talið av laksalús er væl hægri ovarlaga í sjónum.
Seiðalús, sum er hitt lúsaslagið sum setir seg á alifisk hevur øvugta útbreiðslu. Har var mest lús á 40 m dýpi og minst við vatnskorpuna.
Ein slanga verður løgd út frá granskingarfarinum Andrias Reinert.
Slangan pumpar vatn frá ymiskum dýpi, sum fer gjøgnum eitt fínt filtur.
Í endanum lenda so lús og aðrir smábitlar. Hesir verða skrásettir og taldir undir microskopi og goymdir til víðari gransking.