Ein av stóru avbjóðingunum við at ala, har ábært er, er, at streymur og alda kunnu broyta skapið á alinótunum og føra til minni pláss til laksin. Við at hava trýstmátarar á nótini ber til at fylgja við skapinum og út frá tí rokna, hvussu stórt rúmið er.
Í vísindagrein, sum Heðin Abrahamsen og Tróndur Johannesen saman við øðrum hava givið út í altjóða tíðarritinum Ocean Engineerin, viðgera høvundarnir ymsar hættir at rokna rúmið í alinótum. Teir lýsa hetta við dømum frá mátingum í eini alinót hjá Mowi á Sandsvág. Harafturat hava teir við simuleringum funnið fram til, hvussu nógvum trýstmátarum tørvur er á, og hvar á nótini teir skulu vera fyri at fáa nøktandi úrslit.
Myndin niðanfyri vísir, hvussu ein aliringur kann skifta skap, tá stór alda ella hart rák er.
Sí leinkið til greinina HER