Lúka 15: Visti tú, at Fiskaaling kannar hjartað hjá aldum laksi?

Ein tann mest kenda hjartasjúkan hjá laksi kallast CMS (cardiomyopathy syndrome). Henda sjúka kemur frá einum virusi, ið kallast PMCV, og kann føra við sær, at hjartað klovnar. Tí verður sjúkan eisini nevnd hjartaklovningur.
Men aldur laksur kann eisini hava aðrar hjartatrupulleikar. Eitt nú vísur tað seg, at aldur laksur hevur meiri avskeplaði hjørtu og kann eisini hava avbjóðingar av æðrakálking í krúnulívæðrini (coronary arteriosclerosis) enn villur laksur. Hetta kann føra við sær, at hjartað hjá aldum laksi gerst meiri viðbrekið í mun til eitt nú strongd, sum t.d. handfaring í sambandi við avlúsing.
Fyri einum ári síðani fór Heidi S. Mortensen, granskari á Biotøknideildini á Fiskaaling, í holt við eina PhD-verkætlan, ið hevur sum endamál at kanna, hví aldur laksur hevur trupulleikar við æðrakálking, og um hetta kann forklára, hví man sær eitt økt felli í sambandi við avlúsing.
Krúnulívæðrin liggur sum ein krúna rundan um hjartað og gevur hjartavøddanum súr- og føðsluevnir. Um krúnulívæðrin er tipt, fær hjartavøddin ikki nóg mikið av súrevni, og so gerst hann meiri viðbrekin og minni førur fyri at standa ímóti strongdum umstøðum. Vandi er tá fyri, at hann fær hjartasteðg.
Í sambandi við hesa verkætlan hevur Fiskaaling sett í verk mannagongdir, soleiðis at vit nú eru før fyri at gera histologiskar kanningar av laksahjørtum og øðrum vevnaði.
Fyribils úrslit vísa, at laksur, sum er deyður vegna avlúsing, hægst sannlíkt er deyður av hjartasteðgi vegna súrevnistrot til hjartavøddan. Kannað verður nú, um hetta kann verða orsakað av tiptari krúnulívæðr.
Úrslit av hesi verkætlan vilja geva betri kunnleika um hjartaheilsu hjá aldum laksi, og er hetta vitan, sum alifeløgini kunnu brúka í teirra arbeiði.
PhD-verkætlanin verður gjørd í samstarvi við Bakkafrost og er stuðlað av Granskingarráðnum, Innovationsfonden og Fiskaaling.
Heidi S. Mortensen, granskari og PhD-lesandi á Fiskaaling.
Mynd A1 og A2 vísa tvørskurð av tveimum ymiskum laksahjørtum. A1 er frá einum frískum laksi, meðan A2 er frá einum laksi, sum er deyður í sambandi við avlúsing.
Mynd B1 og B2 eru nærmyndir av vøddakyknum í báðum hjørtunum. B1, sum er frá einum frískum laksi, vísur normala histologi av hjartavøddakyknunum.
B2, sum er fiskur deyður í sambandi við avlúsing, vísur harafturímóti eina ónormala histologi av hjartvøddakyknunum, sum er vanlig, tá hjartavøddin hevur havt súrevnistrot. Her sæst, at vøddakyknurnar hovna og gerast t.d. kornutar (fýrkantar) ella bløðrutar (pílar).