LÚKA 14: Visti tú, at Firum er við í altjóða menningarsamstarvi?

Í tvær vikur í januar hevði Firum vitjan av fimm gestum, ið komu til Føroyar at kunna seg um føroysku alivinnuna. Her hava tey m.a. vitjað virkir og myndugleikar og fingið undirvísing frá granskarum á Firum. Gestirnir komu úr Kuba, Malavi, Sierra Leona, Jamaika og Nikaragua. Hóast veðrið ikki var til vildar, og ætlanir máttu tillagast nakrar ferðir, so var vitjanin sera væleydnað. Tiltakið er komið í lag í samstarvi við UNESCO-GRÓ og er tað - at virka fyri máttmenning (Capacity Development) í menningarlondum - ein týðandi liður í arbeiðinum hjá Firum. Í Firum fyrireika vit okkum til at taka ímóti nýggjum og spennandi gestum aftur longu fyrst í komandi ári.