Nógv hevur verið granskað i sjóverki, serliga í samband við at skula ferðast í rúmdini. Í hesum sambandi hava granskarar koyrt fiskar í flogfør, ið vanliga vera nýtt til at upplæra astronautar, í karusell, og í gylta tornið. Síðani hava tey kannað nytrurnar, og hava funnið útav, at um fiskarnir hava ójavnt stórar nytrur, so fáa teir lættari sjóverk.
Í verkætlanini "Salmon and the Surf" kannaðu vit, hvussu laksur ger, tá aldur eru stórar og tað rekur hart. Ein av høvuðsniðurstøðunum var, at tá aldurnar eru stórar fer laksurin longur niður í dýpið. Kanska er hetta tí hann fær sjóverk av aldunum?
Kontaktpersónur: Ása Johannesen