At kenna rákið er fortreyt fyri at kunna meta um, hvørt tað ber til at ala á einum øki, og hvar í økinum alibrúkið skal liggja. Tað er júst hetta, ið er høvuðsendamálið við PhD-verkætlanini hjá Heðini Abrahamsen - at kanna aldugjørt rák á firðum, víkum og vágum í Føroyum. Í verkætlanini verður ein teldumyndil mentur, ið greinar aldu og aldugjørt rák. Myndilin verður fyrst mentur fyri Sandsvág og síðani fyri onnur ábær øki, sum møguliga eru egnaði til aling.
Alda á opnum havi flytur ikki sjógv, sjógvurin melur bert runt á staðnum. Tá alda kemur inn á grunt, tekur hon botn, og tað ger, at sjógvurin fer at flyta seg sama veg sum aldan. Hetta er aldugjørt rák. Um alda brýtur um ein grynnu, so sum Boðan á Sandsvág, skolar sjógvur inn á vágna. Tann sjógvurin má burtur aftur, og tí kemur eitt hart rák fram við sandinum og útaftur fram við eystara landinum.
Royndir og menning av myndlaamboðum, sum koma úr hesi PhD-verkætlanini, kunnu verða sera hent, tá alingin flytur út til meira ábær økir. Við einum myndli ber til at simulera aldu- og aldugjørt rák í øllum hugsandi veðurlíkindum.
Tað fer at bera til at gera forsagnir um, hvar vandi er fyri aldugjørdum ráki, og tað hjálpir alarum at leggja alibrúk soleiðis, at vandin fyri kostnaðarmiklum skaðahendingum minkar.
Verkætlanin, ið hevur heitið “Numeriskur strandamyndil av aldu og aldugjørdum ráki”, verður skipað sum ein vinnulig PhD-verkætlan á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya í samstarvi við Deltares, ið er ein granskingarstovnur í Hollandi við serfrøði í at gera myndlar av aldu og ráki tætt undir landi.
Innovationsfonden, Betri Stuðulsgrunnurin, MOWI og Føroyagrunnurin stuðla verkætlanini.
(Mynd: Ólavur Frederiksen, 2020)