DAGFØRT kl. 14.00:
Jógvan Edmund á Geilini vann tær 10.000 krónurnar :)
Fríggjadagi 10. desembur var lutakastið um 10.000 skattafríar krónur. Vinnarin gjørdist Jógvan Edmund á Geilini. Tað var hin 5. juli í ár, at Jógvan Edmund fiskaði sílið í Stórá í Svínoy. Hetta er einasta síl, sum vit hava fingið roðslu sendandi av úr Svínoy. Talan var um eitt kynsbúnan rognafisk.
Tað er týdningarmikið, at sílafiskarar senda okkum brævbálvar við sílaroðslu. Roðsla kann geva okkum nógva nýggja vitan um síl, tað kann vera um aldur, og hvar sílið hevur hildið til.
Síðani 1. desembur 2019 hava sílafiskarar havt møguleikan at luttaka í árliga lutakastinum um 10.000 kr. Lutakastið er partur av verkætlanini um føroysk sjósíl, sum Firum stendur fyri, og er stuðlað av Føroya Havbúnaðarfelagi.
Nýggj kapping í 2025
Verkætlanin um føroysk sjósíl heldur fram í 2025. Firum heitir tí framvegis á sílafiskarar um at senda inn sílaroðslu í bjálvum á sama hátt sum higartil. Lutakast um aðrar 10.000 skattafríar krónur verður í desembur 2025.
Les meira um sjósílaverkætlanina
Tað er í dag, at lutakastið um tær 10.000 skattafríu krónurnar er. Hetta er sætta árið á rað, at lutakast verður ímillum teir brævbjálvar, sum sílafiskarar hava sent okkum. Sílafiskarar hava aftur í ár trúliga sent okkum brævbjálvarnar við roðslu av sílum, sum teir hava fiskað gjøgnum árið. Roðslan verður skannað og kannað soleiðis, at vit fáa týðandi vitan um okkara sjósílastovn.
Vit stroyma beinleiðis á facebookvanganum hjá Firum kl. 13.00 í dag, 13. desember 2024.
Sí meira kunning um verkætlanina her