Sjógvurin á føroyskum firðum er lagdeildur tað mesta av árinum. Hetta kanna vit við einum CTD-tóli á okkara granskingarfari Andriasi Reinert. CTD-tólið mátar millum annað hita, saltinnihald, súrevnisinnihald, tættleika og flúrglógvan í sjónum.
Tí vita vit, at um summarið er lagdeilingin stýrd av hitanum. Hetta merkir, at heitur og saltur sjógvur liggur oman á kalda og feska sjónum.
Tað mesta av árinum er vetrarstøða. Tá er tað saltinnihaldið, sum stýrir lagdeilingini. Hetta merkir, at feskur og kaldur sjógvur liggur oman á søltum og heitum sjógvi.
Tá skiftið er um heystið, siga vit, at man merkir heystið í vatnsúluni. Tá er ofta sterkt rák millum firðirnar og opið hav. Eitt nú kundi mann um hálvan oktobur í ár næstan síggja mun á tjúktini av sjónum við berum eygum.


Summarstøða, CTD máting frá Kaldbaksfirði: heitur sjógvur liggur oman á køldum sjógvi.

Vetrarstøða, CTD máting frá Kaldbaksfirði: Kaldur sjógvur liggur oman á heitum sjógvi.