Amboðið, sum kundi síggja niður í sjógvin, og sum dró tjøldini frá og gav vitan til at taka grundaðar avgerðir.
Nettupp hetta ger Firum. Kannar og granskar og gevur landi og fyritøkum vitan at byggja avgerðir á.
Skal man siga tað eitt sindur fínt, so er sjálvt búmerkið sett saman av tveimum fýrakantum. Ymsir á stødd, samanbundnir við strikum. Búmerkið vil ikki siga, hvør fýrakantur er nærri tí, sum hyggur. Við hesum skapast eitt optiskt spæl, ið vekur forvitni eftir at vita, hvat búmerkið í veruleikanum ímyndar. Forvitni er ein hornasteinur undir øllum virkseminum hjá Firum.