Rognkelsi er ein "pussfiskur", sum etur lýs, sum sita á laksi. Tey hava sera stutt sporl, ongan sundmaga, tindar, og ein súgvikopp á búkinum. Líkasum kombikk, so eru rognkelsi sera góðir pápar. Teir velja sær eitt gott stað, reka allar vandar burtur, og tá kvennfiskurin hevur gýtt, so ansa teir rognunum inntil tey klekjast.
Hesa tíðina eru kallrognkelsi reyð og sera jólalig á at líta.
Á myndini liggja lýsnar, ið hetta rognkelsi hevur etið á kantinum á tallerkinum.