LÚKA 11: Visti tú, at man eisini mátar BMI hjá fiski?

Tá ið metast skal um vælferðarstøðuna hjá rognkelsum í aliringum, verða nógvir ymiskir vælferðarávísarar, vælferðarindikatorar, nýttir. Tað kann vera likamlig støða, standurin á fjaðrunum, eygunum og skræðuni. Saman geva hesir vælferðarávísarar eina samlaða mynd av vælferðarstøðuni hjá rognkelsum. Likamliga støðan, body condition, ið kann samanberast við BMI hjá fólki, er sostatt ein av mongum vælferðarávísarum, ið verða nýttir. Sandra Ljósá Østerø hevur saman við Jessica Di Toro, Eydnu í Homrum, Esberni Patursson og Kirstin Eliasen eina grein, sum er útgivin í tíðarritinum PLOS ONE, og greinin sæst her: Leinkja

Sí fleiri videobrot á okkara YouTube rás HER