LÚKA 10 - Visti tú, at seiðalús er stór plága hjá alifiski?

Flestu vita, at laksalúsin fer illa við laksi. Hon etur laksin í nakkan, aftan fyri fitifjøðurina, sum er aftasta fjøðurin á rygginum, og aftan fyri gotið. Laksalús er bara á laksafiski.

Ein onnur plága hjá laksinum er seiðalúsin. Hon ferðast á nógvum ymiskum fiskasløgum, í minsta lagi 100 ymiskum. Hon setir seg eisini á laks og kann samlast í stórum tali. Hon býtir laksin so illa í búkin og í kjálkan, at greið sár og merkir koma á skræðuna.

Vanligasti mátin at sleppa av við seiðalús er at geva fiskinum Slice. Tað er at lata eitt evni í fiskafóðrið, sum ger, at seiðalúsin ikki trívist á fiskinum.