Lúka 1: Visti tú, at Fiskaaling kannar føroysk sjósíl?

Sjósílaverkætlanin byrjaði í 2019 og er ein týðandi liður í arbeiðnum at fáa grundleggjandi vitan um sjósíl til vega. Síðani verkætlanin byrjaði, hava sílafiskarar havt møguleikan at taka lut í verkætlanini við at senda brævbjálvar við roðsluroyndum og uppmátingum av sílum til Fiskaaling. Hvørt ár hava teir innkomnu brævbjálvarnir verið við í lutakasti um 10.000 skattafríar krónur.
Freistin at senda brævbjálvar við sílaroðslu var í dag, 1. desember. Inn komu eini 100 brævbjálvar. Árliga lutakastið verður fríggjadagin 8. desember, og vit senda beinleiðis frá lutakastinum á Facebook.
Verkætlanin er stuðlað av Føroya Havbúnaðarfelag.