GRANSKING: Í apríl í ár luttók Fiskaaling í eini stórari verkstovu í Vancouver í Kanada, sum setti ljós á, hvussu stóraling mest skynsamt eigur at verða skipað í smáum samfeløgum. Serliga í Noregi og Kanada kunnu viðurskiftini millum alivinnuna og upprunafólkið gerast viðbrekin, men eisini í Føroyum eru avbjóðingar at skipa alivinnuna so skynsamt, sum tilber. Eitt afturvendandi kjakevni í fleiri av londunum er, hvussu aling í stórum mátistokki kann skipast skynsamast í smáum samfeløgum. Eitt nú í Noregi og í Kanada eru stórar avbjóðingar at fáa viðurskiftini millum alivinnuna og viðurskiftini hjá upprunafólkinum at ganga hond í hond ella best møguligt. Hetta var ein høvuðsorsøk til, at ein stór verkstova um stóraling varð løgd til Kanada, har upprunafólkini í stóran mun síggja alingina vera til bága fyri teirra lívsgrundalag. Laksaalingin í Kanada er í dag um 122.000 tons, og meira enn helmingurin – umleið 60 prosent – fer fram í British Columbia á vesturstrondini. Hetta svarar til umleið føroysku framleiðsluna, hóast økið er munandi størri enn okkara. Verkstovan undir heitinum ”Intensive aquaculture and sustainable regional development in the Arctic region – From controversy to dialog (AquaLog)” byrjaði við einari rundferð, har vitjað varð á alibrúkum, hjá First Nation-umsitingum, ið eru lokalar stjórnir hjá upprunafólkabólkum, og hjá ráðgevum innan alivinnuna á Vancouver Islands. First Nation-umsitingarnar hava havt viðurkenning frá kanadisku stjórnini síðani 1984. Styrkja netverk og altjóða granskingarsamsstarv Luttakararnir á verkstovuni í Kanada komu frá Universitetinum í Tromsø og granskingarstovninum Nofima í Noregi, ráðgevarafelagnum Torsta AB í Svøríki, Universitetinum í Ottawa og granskingarstovninum Tamarack Research í Montreal í Kanada. Úr Føroyum luttók Knud Simonsen, granskingarleiðari á Fiskaaling. Verkstovan endaði við einum 2-daga seminari á University of Bristish Columbia, har umboð fyri universitet og granskingarstovnar, almennu kanadisku aliumsitinginga, felags fiski- og aliumsitingina hjá upprunafólkunum, umframt umboð fyri fleirstovna granskingarátøk í Norðuramerika, luttóku. Verkstovan í Kanada var framhald av verkstovu, sum varð hildin í Tromsø í apríl 2015, tá eisini umboð úr Íslandi luttóku. Verkstovan varð fíggjað av Nordregio-skipanini undir Norðurlandaráðnum og av Framsentrinum í Tromsø, sum partur av einari størri verkætlan, og verður skipað í fleiri pørtum. Endamálið er at styrkja altjóða granskingarsamstørv og netverk. Í Føroyum næstu ferð Hóast stórur munur er millum luttakandi londini, tá ræður um landafrøðiliga stødd, fólkatal, framleiðslu, framleiðslunøgd og mannagongdir annars, so var ein av niðurstøðunum frá verkstovuni, at ósemjurnar í teimum ymsu londunum oftani eru um tey somu evnini. Londini kunnu tí hava gagn av at hoyra um royndirnar hjá hvørjum øðrum, og hvussu ósemjurnar í teimum ymsu samfeløgnum verða loysatar ella møguliga kunnu loysast. Arbeitt verður nú við at taka samanum tilfarið og sjónarmiðini, sum vórðu savnaði í verkstovuni, og ætlanin er at lýsa hetta í eini vísindagrein, sum skal vera liðugt skrivað og gevast út komandi vár. Ætlanin er at skipa fyri einari triðju verkstovu í hesi røðina, sum eftir ætlan skal haldast í Føroyum í 2019. Fyrbils arbeiðsheitið til hesa verkstovuna er "Best Practice Management". Lesið meira á hesum leinkjum: www.coreplan.no/en/workshop-in-canada/ www.nordregio.se/Metameny/About-Nordregio/NCM-Arctic-Co-operation-Program-Arktiskt-Samarbetsprogram/Projects-2015-17/Sustainable-growth-and-business-development/ Um nakar ynskir at vita meira um hetta evnið, kann viðkomandi venda sær til Knud Simonsen, granskingarleiðara á Fiskaaling, tlf. 774758.