hósdagur, 27. februar 2014
Á kryvjivirkinum hjá Hiddenfjord í Sørvági er ein nýggj kryvjimaskina sett upp afturat teirri, sum frammanundan var.
"Hetta tryggjar ikki støðugari arbeiði”, sigur Atli Gregersen, stjóri, "men hetta ger, at vit kunnu økja orkuna rættiliga munandi, tá tørvur er á tí”.
Hann sigur, at hendan útbyggingin meir er gjørd fyri at kunna fáa nógvan fisk gjøgnum virkið, tá tørvurin er mestur.
Umráðandi er at kunna taka nógvan fisk, tá prísurin er góður. Kryvjingin skal ikki vera ein fløskuhálsur, sum ger, at eftirspurningurin ikki verður nøktaður.
"Tá prísurin er høgur, kunnu vit fáa nógv út upp á stutta tíð. Eisini hava vit møguleika fyri at leggja arbeiðið soleiðis til rættis, at vit kunnu taka nógvan fisk, beint upp undir avskiping”, sigur stjórin.
Framleiðslan hjá Hiddenfjord er økt frá 5.000 til 10.000 tons eftir trimum árum.