mikudagur, 26. september 2012
Hin 1. november 2012 byrjar Knud Simonsen í starvi sum granskari á Fiskaaling.
Knud verður knýttur at toyminum ”Tøkni og Umhvørvi”.
Knud er 48 ára gamal og kemur úr starvi hjá Fróðskaparsetri Føroya, har hann hevur verið í starvi síðani 1999. Knud verður, hóast sín unga aldur, mettur at vera ein av okkara royndu granskarum her á landi. Hann er útbúgvin havfrøðingur (Dr. Scient. og MSc) frá Universitetinum í Bergen og bachelor í fysikk/geofysikk frá Fróðskaparsetri Føroya.
Hann hevur verið við til at lagt grundarlagið undir arbeiðið við at menna aling á harðbalnum økjum og er áhugaður at menna hetta á mál. Hann hevur altíð havt stóran áhuga í at menna vitanina um spjaðing av sjúku og lús við rákinum, og at menna eina betur grundaða ásetan av berievnunum av teimum ymsu aliøkjunum.
Knud verður uttan iva ein sera góður styrkur av granskingarumhvørvinum á Fiskaaling og fara vit at bjóða honum at vera hjartaliga vælkomnan.