Kanningarfólk til Firum

Firum søkir eftir fólki við góðum lívfrøðiligum skili og samstarvsførleikum.

Tú kemur at starvast á Fiskaheilsudeildini, ið fæst við tænastum til vinnuna og smærri granskingarverkætlanum. Høvuðsuppgáva okkara er at fremja lógarkravdu lúsateljingarnar, har vit eru úti á øllum aliringum í Føroyum í minsta lagi aðruhvørja viku. Tá ið teljast skal í Suðuroy, inniber hetta gisting á oynni.

Førleikar

  • Lívfrøðiligt skil
  • Tænastusinnað/ur og hug at arbeiða við fólki
  • Sjálvstøðug/ur og dugir at leggja arbeiðið til rættis
  • Áhuga/ur at savna inn dáta og vitan
  • Telduførleikar (Excel)
  • Hevur virðing fyri tagnarskyldu og trygd
  • Góð eygu
  • Góða sjónatúr
  • Koyrikort

 

Setanarviðurskifti

Talan er um fulltíðarstarv. Roknast kann við úrtíðararbeiði. Løn og setanartreytir sambært avtalu.

 

Umsóknir

Umsókn við møguligum prógvum, arbeiðsroyndum og øðrum viðkomandi tilfari kann sendast til kirstin@firum.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. mars 2024.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kirstin Eliasen, deildarleiðara, á tlf 774703.