Granskarar á Fiskaaling kanna, um tað ber til at endurnýta tøðsølt og skarn frá alivirkseminum. Kanningin er ein liður í eini stórari verkætlan, sum 13 norðurlendskir granskingarstovnar eru við í. Endamálið er at gera alivinnuna meira burðardygga.
Eftir Dagmar Joensen-Næs
Greinin er partur av serblaði í Sosialinum í sambandi við Vísindavøkuna 2019.
Tari og kræklingur skulu minka um útlátið av lívrunnum evnum frá alivirkseminum á føroysku firðunum. Tað vóna í øllum føri granskarar á Fiskaaling, sum saman við arbeiðsfólki hjá P/F Luna hava sett trossar og línur út á Sørvágsfirði. Kræklingur skal fáast at festa seg á trossarnar, og tari er sáddur á línunum.
Vónin er, at kræklingur og tari skulu kunna upptaka ein stóran part av tí lívrunna útlátinum frá alivirkseminum, so dálkingin minkar, og alivinnan verður meiri burðardygg.
- Vit gjørdu fyrstu royndirnar at fáa krækling at festa seg á trossar í fjør, men tær hepnaðust ikki so væl, so nú royna vit aftur at finna tey bestu støðini, sigur Gunnvør á Norði, sum er granskari á Fiskaaling og samskipar verkætlanina.
Burðardygg aling
Kanningarnar á Sørvágsfirði eru ein liður í eini stórari norðurlendskari granskingarverkætlan, ið kallast SureAqua. Endamálið við henni er at virka fyri burðardyggari aling í breiðasta høpi.
13 norðurlendskir granskingarstovnar og 18 fyritøkur eru við í samstarvinum, sum norðurlendski granskingarstovnurin NordForsk fíggjar. Afturat Fiskaaling luttaka føroysku fyritøkurnar Luna, Bakkafrost, MOWI og TARI í SureAqua samstarvinum
Granskingarstovnarnir arbeiða við ymiskum verkætlanum, ið skulu vera við til at menna eina burðardygga havvinnu. Verkætlanin hjá Fiskaaling snýr seg um at kanna, hvussu nógv tøðsølt og skarn frá aliringum ávirka umhvørvið, og hvussu ávirkanin kann minkast við at endurnýta útlátið.
- Okkara íkast til granskingarverkætlanina er tað, ið vit kalla samaling. Tað snýr seg um at dálka sum minst og at endurnýta tøðsølt og skarn, ið verða útleidd frá aliringum.
- Vit skulu kanna, í hvønn mun kræklingur og tari megna at upptaka útlátið, so tað verður endurvunnið við, at vit fáa meira tara og krækling í staðin fyri, at tað kemur út í umhvørvið, sigur Gunnvør á Norði.
Kanningarnar hjá Fiskaaling eru ikki avmarkaðar til einstakar aliringar.
- Kræklingur kann síla útlátið, so dálkingin verður minni. Men tað vísir seg, at kræklingurin bert nær at upptaka ein lítlan part av útlátinum, áðrenn tað dettur niður á botn undir aliringunum.
- Vit mugu tí hugsa øðrvísi og eru í staðin farin undir at kanna alla vistskipanina á fjørðinum. Málið er at fáa eina burðardygga skipan, har eins nógv verður tikið úr fjørðinum, sum latið verður í hann.
Kanningarnar verða gjørdar í samstarvi við P/F Luna, sum stendur fyri alingini á Sørvágsfirði. Arbeiðsfólk hjá Luna settu kræklingalínur út í fjør og aftur í ár.
- Luna hevur víst stóran áhuga fyri verkætlanini og hevur gjørt íløgur í kræklingalínur. Teirra áhugi er serliga at fáa at vita, um kræklingurin eisini kann síla lýs burtur og harvið minka um smittuvandan, sigur Gunnvør á Norði.
Enn eru ikki nógv úrslit av kanningunum.
- Vit mugu fyrst kenna vistskipanina. Vit kanna, hvussu streymurin og gróðurin er, hvussu útlátið søkkur, hvussu nógv verður upptikið í gróðrinum, og hvussu kræklingurin veksur.
- Tá vit hava fingið nóg mikið av kræklingi, fara vit at kanna, hvussu nógv hann upptekur, sigur Gunnvør á Norði.
Taralínur, ið eru sáddar við tveimum brúntarasløgum, vórðu settur út fyrst í hesum árinum. Tær standa í aliringum við fiski í og á einum øki burtur frá ringunum.
Royndirnar við tara skulu vísa, hvussu nógv tøðsølt tey ymisku tarasløgini upptaka, og um samaling av laksi og tara kann geva betur taraúrtøku. Hetta hevur stóran áhuga fyri ta byrjandi taraalivinnuna í Føroyum.
SureAqua verkætlanin fer ikki bert at geva nýggja vitan um møguleikar fyri burðardyggari aling.
- Tað er altíð ein síðuvinningur við at vera við í tílíkum verkætlanum. Vit vita so lítið um teir føroysku firðirnar, og nú fáa vit gjørt nakrar grundleggjandi kanningar, sum fara at geva okkum nýggja vitan, sigur Gunnvør á Norði.
Letur upp dyr
At vera við í altjóða verkætlanum sum SureAqua letur nýggjar dyr upp fyri Fiskaaling.
- Ein altjóða verkætlan førir ofta til fleiri. Í hesum føri er ein verkætlan við fígging frá europeisku granskingarskránni Horizon 2020 sprottin burtur úr samstarvinum. Hon kallast AquaVita og snýr seg um at ala øll møgulig sløg fyri at fáa meira fjølbroytni. Tað hóskar sera væl til tað, vit arbeiða við, sigur Gunnvør á Norði.
Fyri granskararnar á Fiskaaling hevur tað stóran týdning at vera við í altjóða granskingarverkætlanum.
- Granskingarumhvørvið í Føroyum er lítið, og vit arbeiða altíð tvørfakligt, tí vit eru so fá. Tá vit samstarva við útlendskar granskarar, fáa vit samband við fólk, sum hava júst somu bakgrund sum vit sjálvi, og tað er ógvuliga áhugavert. Vit fáa møguleika at sita og nørdast um smálutir, sum eingin annar skilir.
- Vit fáa eitt netverk, sum byrjar í tí smáa, men veksur og veksur. Vit kunnu gagnnýta ta vitan, sum tey hava, og tey fáa nyttu av tí, sum vit vita. Á tann hátt koma vit skjótari fram á mál, sigur Gunnvør á Norði.
- Vit hava sjálvandi altíð fokus á føroysk viðurskifti, men vit kunnu læra nógv av øðrum og tey av okkum. Vit eru til dømis í ferð við at byggja upp eitt samstarv við norskar granskarar um tara. Vit gera mátingar í Føroyum, og tey gera mátingar í Noregi, og so samanbera vit úrslit og skriva eina grein saman.
- Samstarv við útlendskar granskarar hevur eisini við sær, at vit skriva greinir saman í altjóða tíðarritum, og soleiðis gera okkum galdandi í altjóða granskingarheiminum, sigur hon.
Kunnu gera mun
Gunnvør á Norði fegnast eisini um at vera partur av eini altjóða granskingarverkætlan, sum er so týdningarmikil sum SureAqua.
- Hon snýr seg um at hyggja frameftir og stremba eftir, at okkara eftirkomarar skulu hava tað sama at koma til, sum vit høvdu. Tað vísir seg ofta at vera trupult hjá okkum sum lítið land at hugsa so langt og tí er tað gott at vera við eini slíkari stórari yvirskipaðari verkætlan saman við øðrum, sigur hon.
SureAqua
SureAqua er eitt av trimum sonevndum Nordic Centres of Excellence innan lívfeingisbúskap, ið norðurlendski granskingarstovnurin NordForsk hevur skipað at menna eina meiri burðardygga havvinnu - ta sonevndu Blue bioeconomy.
Centres of Excellence eru samstørv millum teir bestu granskararnar og granskingarstovnarnar á økinum.
Blue Bioeconomy byggir á, at varandi tilfar úr havinum, so sum tari og fiskur, skal kunna framleiða allar tær vørur, okkum tørvar í einum nútíðarsamfelagi. Eitt nú kann tarin umgerast til brennievni, ið kann nýtast í staðin fyri fossilar orkukeldur.
SureAqua verkætlanin miðar ímóti at skapa vitanargrundarlag og tøknir at stuðla undir hesum búskapi.
Fiskaaling er ein av 13 granskingarstovnum, ið eru við í SureAqua. Fiskaaling kannar møguleikarnar fyri meiri burðardyggari aling í Føroyum. Tað verður eitt nú gjørt við at kanna, hvussu nógv tøðsølt og skarn frá alivirkseminum verða latin í umhvørvið. Eisini verða møguleikarnir fyri at gagnnýta útlát frá alingini til millum annað at vaksa tara og krækling, sum kunnu minka um lívrunna útlátið frá alivinnuni. Samstundis kunnu tarin og kræklingurin verða eitt íkast til nýggjar vinnuvegir.
Kanningarnar fara fram á Sørvágsfirði og verða gjørdar í samstarvi við P/F Luna.
NordForsk hevur játtað tilsamans útivið 70 milliónir kr til tey trý Nordic Centres of Excellence innan lívfeingisbúskap. Fiskaaling fær 1,7 milliónir kr fyri sín part í SureAqua.