Játtan frá Granskingarráðnum
Gunnvør Joensen, granskari á Fiskaaling, hevur fingið játtað 326.780 kr frá Granskingarráðnum til eina verkætlan, ið snýr seg um laksalús.
Endamálið við verkætlanini er at finna eitt enzym, ið er av týdningi fyri kleking av laksalús eggum. Hetta er fyri at leggja grund undir møguleikan at framleiða eitt nýtt evni at basa laksalús við.
Enska heiti á verkætlanini er: "Identification of a potential hatching enzyme involved in the hatching process of Lepeophteirus salmonis eggs"
Tvær aðrar verkætlanir innan aling fingu játtað stuðul frá Granskingarráðnum.
Hesar vóru ein verkætlan hjá Rúna Weihi, granskingarleiðari á Havsbrún, ið ber heiti "Dynamic dietary salmon farming in the Faroe Islands with regards to production, quality and economic improvements" og ein verkætlan hjá Debes Christiansen, deildarleiðara á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, við heitinum "Molecular epidemology of infectious salmon anaemia virus (ISAV) in Atlantic salmon aquaculture in Faroe Islands".
.
týsdagur, 5. juni 2012