Jessica Di Toro á Vitan til varandi aling 2023

Jessica Di Toro er PhD-lesandi í University of Stirling í samstarvi við Fiskaaling. Hennara verkætlan snýr seg um føðslutørvin og vælferðina hjá rognkelsum. Tey fyrstu árini av verkætlanini savnaði hon rognkelsi úr alibrúkum og eisini vill rognkelsi, bæði nærhendis landi og úti á opnum havi. Hon brúkti hesi rognkelsi til at samanbera føðsluinnihald og vælferð á teimum villu rognkelsunum við tey, sum komu úr alingini.

Heitið á framløguni hjá Jessicu er “Can we boost lumpfish welfare and survival through nutrition?” og snýr seg um hvussu føðsluinnihald í kostinum hjá rognkelsum kann ávirka teirra heilsu og vælferð.

 

Les skránna her: https://fiskaaling.fo/vtva2023/skra