iNOVA

Í morgun – 31. oktober 2011 – varð felagið iNOVA sett á stovn. Endamálið við felagnum er at reka granskingarlundina, sum skal halda til á Hoyvíksvegi 51 í Tórshavn. Navnið iNOVA sipar til nýhugsan og nýskapan. Tað er P/F Fiskaaling, sum hevur evnað felagið til og tikið stig til at finna íleggjarar til felagið. Nevndin hevur skipað seg við Jógvan Jespersen, sum formanni. Fyribils stjóri í felagnum verður Jonhard Eysturskarð. Les tíðindaskrivið her