Heidi S. Mortensen greiðir frá um hjartaheilsu hjá laksi.

Innanhýsis kunningardagur á Firum

Fríggjadagin 14. februar var innanhýsis kunningardagur á Firum. Tað vóru tey, sum hava sína dagligu arbeiðsgongd á iNOVA í Havn, sum skipaðu fyri.

Heidi S. Mortensen greiddi frá hennara gransking, sum snýr seg um hjartaheilsu hjá laksi. Hon hevur júst verið í Gøteborg í Svøríki, har hon er innskrivað til sína PhD avhandling. Har hevur hon gjørt virðismiklar royndir og kanningar við smáum fiski, ælabogasílum.

Endamálið er at kanna hjartaheilsuna hjá hjá fiski, sum er vaksin skjótt í mun til fisk, sum er vaksin seinni. Tól, sum máta hjartavirknið, varð sett í fiskin, áðrenn sjálvar royndirnar byrjaðu. Royndirnar vístu í stuttum, hvussu hjartað arbeiðir, og hvussu fiskurin ber seg at, tá hann verður settur í streingjandi støður, eitt nú heitari vatn og harðari streym (rák).  Fyribils úrslit vísa, at fiskur, sum er vaksin skjótt, er verri fyri enn fiskur, sum hevur havt ein seinni vøkstur.

Heidi skal til Svøríkis seinni í summar og aftur til heystar. Tá skulu somu royndir gerast við størri fiski.

Síðani varð víst runt í rannsóknarstovuni. Starvsfólkini sóu, hvat hendir við teimum sjógvroyndum, sum regluliga verða tiknar við rannsóknarfarinum Andriasi Reinert. Royndirnar vísa, at tað, sum kann tykjast sum ein klárur dropi av sjógvi, í veruleikanum inniheldur ein heilan alheim av lívi, plantuæti, djóraæti og hvalspýggju.

Í løtuni er gróðurin lítil, gamaní. Men, nú stundar várið til, og tá kemur lív aftur í sjógvin.

Heidi S. Mortensen greiðir frá um hjartaheilsu hjá laksi.

Áhugaverd framløga

Gestir á rannsóknarstovuni á iNOVA

Amanda Vang greiðir frá um sjóneyku