fríggjadagur, 21. februar 2014
Rúni Dam frá fyritøkuni Avrik legði fram sera áhugaverd framleiðslutøl fyri ein ávísan aliring, har fiskurin júst er tikin úr.
Á aliráðstevnuni legði Rúni Dam, við loyvi frá alifyritøkuni Hiddenfjord, fram tøl, sum hann segði heilt greitt vóru met í føroyskari alivinnu.
Tølini vóru frá einum aliringi á Sørvági, har fiskurin varð tikin í vikuni. Vøksturin hevur, síðan fiskur varð settur út, verið yvir 18 gram í meðal um dagin.
Tað, sum er serliga áhugavert við hesum ringinum, segði Rúni Dam, er støddin á smoltinum, sum varð sett út, og dagatalið, fiskurin hevur verið í sjónum. Smoltið var størri, enn fyrr hevur verið sett út, og dagatalið í sjónum eisini styttri.
Hann var als ikki í iva um, at í framtíðini eigur avgjørt at verða satsað upp á at hava fiskin so leingi sum gjørligt landi, áðrenn sett verður á sjógv. Hetta grundaði hann á, at størri smoltið er, tá útsett verður, betri er mótstøðuføri.
Hinvegin helt hann ikki, at tað fer at bera til at ala allan fisk á landi. Tað letur seg illa gera í praksis, helt hann og vísti samstundis á, at útreiðslurnar høvdu verið 15 – 20 ferðir hægri, enn tær eru við verandi framleiðsluhátti.