Hátíðarløta á Fiskaaling fyri starvsfólkum
STARVSFÓLKAFLYTING: Mikumorgunin var lítil hátíðarløta á Fiskaaling í sambandi við, at nøkur starvsfólk á Fiskaaling fara at starvast hjá Bakkafrost frá 1. apríl at rokna. Orsøkin til, at starvsfólkini framyvir skulu starvast hjá Bakkafrost, er tann, at alifyritøkan frá 1. apríl 2018 yvirtekur kynbótaarbeiðið grundað á føroyska laksin.
Beint undan jólum í fjør, tann 22. desember, gjørdu Bakkafrost, Fiskaaling og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið avtalu um, at Bakkafrost yvirtekur kynbótaarbeiðið grundað á føroysku laksastammuna og fer undir at fyrireika framleiðslu av rogni undan føroyska laksinum frá 1. apríl í ár.
Avtalan merkir, at Bakkafrost fer at leiga lívfiskastøðina í Skopun og fýra framleiðslubygningar við Áir frá Fiskaaling. Stórt umbyggingararbeiði hevur verið í tveimum av bygningunum við Áir, soleiðis at nú er møguligt at framleiða lívfiskafamiljur og -ættarlið undan seinast føroysku laksunum, sum hava verið í Skopun. Fiskaaling hevur staðið fyri umbyggingararbeiðinum í tøttum samstarvi við Bakkafrost.
Seinastu tíðina hava 11 starvsfólk verið knýtt at arbeiðinum. Trý av lívfiskastøðini í Skopun, meðan hini átta starvast á støðini við Áir. Frá 1. apríl fara hesi starvsfólkini at starvast fyri Bakkafrost.
Hátíðarløtan mikumorgunin varð tíverri darvað av veðrinum, og tí bar ikki til hjá starvsfólkunum, ið búgva í Sandoynni, at koma til Áir, har hátíðarløtan varð hildin. Myndin vísir nøkur av starvsfólkunum, sum framyvir fara at starvast hjá Bakkafrost.
Fiskaaling ynskir Bakkafrost og starvsfólkunum góða eydnu við arbeiðinum og takkar fyri gott samstarv.
Nærri kunning fæst við at venda sær Jóhonnu Lava Køtlum, stjóra á Fiskaaling, tlf. 77 47 47.
mikudagur, 28. mars 2018