Børn í Kaldbak savna hvalspýggjur til granskingarverkætlanina

Hvalspýggjur kunnu hótta alivinnuna

Hvalspýggjur hava gjørt stóran skaða á alifisk í Skotlandi og Noregi. Sannlíkt er, at hvalspýggjur eisini kunnu vera ein hóttan fyri føroyskan alifisk, men enn vita vit sera lítið um útbreiðslu og atferð hjá hvalspýggjum í føroyskum sjógvi. Ein stór verkætlan undir leiðslu av Firum fer nú at savna dátur, sum kunnu geva vitan um hvalspýggjur á okkara leiðum.

Eftir Dagmar Joensen-Næs

> Les seinastu útgávuna av 'Vísindavøkublaðið 2024' her

Hvalspýggjur hava rikið í heimshøvunum síðani elstu tíðir. Eisini í sjónum kring Føroyar eru hópin av hesum gjøgnumskygdu trevsutu havdjórunum, sum í flestu førum ikki gera nakran skaða. Men summi sløg eru vandamikil og kunnu vera til stóran vanda fyri alifisk.

Hóast hvalspýggjur síggjast allastaðni við føroysku strendurnar, so vita vit sera lítið um tær. Og tað er ein trupulleiki, tí vitan um hvalspýggjur kann hava stóran týdning. Í fleiri av okkara grannalondum verða kanningar av hvalspýggjum brúktar til at meta um veðurlagsbroytingar.

– Hvalspýggjur eru ein sera góður varnari um árin av veðurlagsbroytingum, tí útbreiðsla og atferð hjá hvalspýggjum broytist skjótt, um umstøðurnar í havinum verða øðrvísi. Kenna vit innihaldið av hvalspýggju í føroyskum sjógvi yvir ár og árstíðir, kann tað geva okkum virðismikla vitan um møguligar broytingar í sjónum, sigur Amanda Vang, deildarleiðari á Firum, ið hevur tikið stig til eina stóra nýggja verkætlan um hvalspýggju í føroyskum sjógvi.

– Hvalspýggjan er mitt í føðiketuni í sjónum. Fiskur etur hvalspýggju, men høvuðsføðin hjá fiski er plantu­ og djóraæti, sum hvalspýggja eisini etur. Um nógv hvalspýggja er í sjónum, verður minni føði til fiskin, og so verður minni fiskur. Og um minni fiskur er, so verða aftur fleiri hvalspýggjur, sum eta æti frá fiskinum. Útbreiðslan av hvalspýggju kann tí hava stóra ávirkan á vistfrøðina í sjónum, greiðir Amanda Vang frá.

Kanningar aðrastaðni hava sum heild ikki ávíst, at meira er til av hvalspýggju nú, men ábendingar eru um, at hon flytur seg til nýggj støð, og at nýggj sløg tí eru at finna fleiri staðni, ið ikki hava verið sæð fyrr.

Børn í Kaldbak savna hvalspýggjur til granskingarverkætlanina

 

Í ØLLUM STØDDUM OG SKAPI

Granskingarverkætlanin um hvalspýggjur í Norðuratlantshavi hevur fingið 1 millión kr. í stuðli frá Granskingarráðnum. Samlaði kostnaðurin fyri alla verkætlanina er góðar 5 milliónir kr.

Við í granskingartoyminum eru granskarar á Firum, Havstovuni, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni umframt tveimum granskingarstovnum í Noregi. Eisini Bakkafrost og Sjósavnið eru við í verkætlanini.

Endamálið við verkætlanini er at savna og skráseta dátur um hvalspýggju í føroyskum sjógvi.

Dáturnar skulu millum annað fáast til vega í sambandi við sjógvkanningar, sum Havstovan, Firum og Bakkafrost gera.

Firum gjørdi fyrstu kanningarnar av hvalspýggju í fjør. Tá vóru 21 ymisk sløg av hvalspýggju funnin í føroyskum sjógvi. Fimtan sløg vóru óskaðilig, fimm sløg kundu vera til ampa fyri alifisk, og eitt slag var beinleiðis eitrandi.

– Vit vita, at tað finnast nógv sløg av hvalspýggju i føroyskum sjógvi í ymiskum skapi og litum. Nakrar eru stórar, nakrar heilt smáar. Tær smáu kunnu vera sera ringar at síggja, og tað er helst ein orsøkin til, at so fáar kanningar eru gjørdar av hvalspýggju í Føroyum.

– Havstovan telur alt, sum kemur í netið, tá tey taka sjógvroyndir, men smáu hvalspýggjurnar verða kroystar saman til eina evju og síggjast ikki aftur. Um tað skal bera til at telja tær, mugu royndirnar takast á ein annan meira varisligan hátt, sigur Amanda Vang.

Á Firum eru tey nú umframt at taka regluligar sjógvroyndir fleiri staðni eisini farin undir at kanna tað kroysta tilfarið frá royndum hjá Havstovuni fyri at vita, um ílegur frá hvalspýggjum eru at finna.

Havstovan hevur tilfar frá kanningum seinastu 40 árini. Ætlanin er eisini at kanna leivdirnar frá gomlum kanningum fyri at royna at finna fram til, hvussu nógv hvalspýggja var í sjónum fyrr og samanbera tað við støðuna í dag.

 

PORTALUR OG FRAMSÝNING

Ein føroysk hvalspýggju yvirvøka skal setast í verk, og ein hvalspýggju dátugrunnur skal stovnast og mennast.

Umframt dátur, ið granskararnir savna, er ætlanin at fáa fólk kring landið at hava eyguni eftir hvalspýggjum og senda myndir til Firum, sum eyðmerkir hvalspýggjurnar og leggur myndirnar á ein portal. Í fyrstu atløgu er talan um ein norskan portal, sum vísir útbreiðsluna av hvalspýggju í Norðuratlantshavi, men ætlanin er eisini at menna ein serføroyskan portal.

– Á henda hátt fáa vit dátur úr øllum landinum, sum vit annars ikki kundu fingið. Samstundis fáa fólk størri áhuga fyri vistfrøðini í havinum, sum eisini er eitt av endamálunum hjá okkum, sigur Amanda Vang.

Áhugin fyri at vera við í verkætlanini tykist vera stórur.

– Vit fara skjótt at lata upp eina síðu á facebook og instagram, so fólk lættliga kunnu senda myndir og síggja, hvørji sløg av hvalspýggju tey hava funnið. Vit hava longu fingið fyrstu myndirnar frá børnum, sum halda tað vera stuttligt at leita eftir hvalspýggjum, sigur hon.

Firum og Sjósavnið arbeiða eisini við at gera undirvísingartilfar til skúlaflokkar um sjógvin við Føroyar, sum eisini fer at hava leiðbeining um innsavnan av hvalspýggjum.

Ætlanin er eisini at seta upp eina framsýning við hvalspýggjum á Sjósavninum.

– Aðrastaðni er vanligt, at sjósøvn hava framsýningar við hvalspýggjum í alskyns litum og skapi. Vit hava frá byrjan viljað havt Sjósavnið við fyri at økja um áhugan millum fólk fyri hvalspýggjum. Vit kunnu útvega hvalspýggjurnar til Sjósavnið, og vit hava samstarvsfelagar í Noregi, sum eru serkønir í at gera slíkar framsýningar., og sum kunnu hjálpa við at seta framsýningina upp, sigur Amanda Vang.

Amanda Vang tekur sjógvsýnir í Kaldbaksfirði eina ferð um vikuna

 

HÓTTAN FYRI ALIFISK

Vitan um hvalspýggju í føroyskum sjógvi er ikki bert áhugaverd fyri tey, ið granska veðurlagið, men eisini fyri føroysku alivinnuna.

Seinastu árini hevur hvalspýggja elvt til stórar trupulleikar hjá alivinnuni í grannalondunum. Í Skotlandi og Noregi hava alifyritøkur havt trupulleikar við felli, sum stavar frá álopum av stórum nøgdum av pinkuhvalspýggju. Orsøkin til øktu nøgdirnar av ávísum sløgum av hvalspýggju er helst, at sjógvurin gerst heitari orsakað av veðurlagsbroytingum.

Fiskurin, sum livIr á firðunum, kann rýma undan hvalspýggju, um tær eru til ampa. Tað kann alifiskur ikki.

– Hvalspýggjurnar hava notukyknur, ið brenna ella skræða táknurnar og skræðuna á fiskinum, so hann fær sár. Tað ger fiskin meira viðbreknan fyri aðrari smittu og sjúkum. Nøkur sløg kunnu eisini seta seg á táknurnar, so fiskurin kvalist. Harumframt kunnu tær eisini ørkymla fiskin og gera hann strongdan, greiðir Amanda Vang frá.

Í Føroyum vita vit enn ikki um, at hvalspýggja hevur gjørt stórvegis skaða á alifisk, men tað merkir ikki, at tað ikki er komið fyri her eisini.

– Dáturnar, sum vit útvega, eru eitt týðandi fyrsta stig til at skilja, um blóman av hvalspýggju hevur samband við trupulleikar við táknuheilsuni og felli hjá føroyskum alifiski, sigur Amanda Vang.

– Aðrastaðni, millum annað í Noregi, eru greið dømi um, at samband er millum blóman av pinkuhvalspýggju og fiskafelli. Tá nøgdin av hvalspýggju í sjónum økist, er sannlíkt, at eitt álop við stórum nøgdum av hvalspýggju fer at verða gjørt á fiskin, sum so verður sjúkur og doyr nakrar dagar seinni.

Granskararnir royna nú at finna fram til, um somu hvalspýggjasløg, ið hava elvt til trupulleikar aðrastaðni, eisini eru í føroyskum sjógvi.

– Tað ber ikki altíð til at siga, um ein hvalspýggja er eitrandi bert við at hyggja at henni. Tað mugu ílegukanningar til fyri at eyðmerkja, hvat slag av hvalspýggju talan er um. Tílíkar ílegueyðmerkingar skulu gerast í samstarvi millum Firum og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, sum hevur drúgvar royndir á hesum øki.

– Vísa mátingar, at eitt álop av pinkuhvalspýggjum er ávegis, ber til at taka royndir og staðfesta, um talan er um eitt eitrandi slag. Er hvalspýggjan eitrandi, kann alifyritøkan seta fyribyrgjandi tiltøk í verk á sama hátt, sum gjørt verður fyri at verja fiskin móti lús. Tað kann vera at leggja eitt tættmeskað net ella luftbløðrur um aliringin ella at taka fiskin í ringinum fyrr, sigur Amanda Vang.

8 ára gamla Katrin Petersen úr Kaldbaksbotni hevur sent fyrstu myndina til portalin um hvalspýggju í Norðuratlantshavi.