Vitan: Vilt tú vita meira um fiskavælferð? Ása Johannesen, granskari á p/f Fiskaaling, fer at leggja fram um fiskavælferð á webinari, har øll áhugað kunnu luttaka umvegis internetið.
Djóravælferð er eitt evni, ið hevur vunnið alt størri áhuga millum manna seinnu árini. Eitt nú hugsa fólk vanliga, at fiskur ikki kennir pínu, og verður tí handfarin samsvarandi.
Djóraverndarlógir kring heimin umfata ryggdjór sum heild, og umfatar hetta tí eisini fisk, uttan mun til, um vit hava hugsað um tað ella ikki. Tað merkir, at avmarkingar verða settar fyri, hvat fiskur kann útsetast fyri, og krøv verða sett fyri fólk, ið handfara fisk. Kanska ikki heilt í tráð við hesi gongdini, so er vinnuligur fiskiskapur ikki vorðin partur av hesum enn.
Kjak er stundum um etisk viðurskifti í sambandi við frítíðarfisking, tá fiskur verður sleptur, eftir at hava verið tikin við húki. Hetta kjakið umfatar eisini alifisk og fisk sum kelidjór. Spurningurin er, um nóg mikið verður gjørt fyri vælferðini, og hvussu eiga vit sum menniskju at handfara fiskin sum heild.
Evnini á webinarinum umfata:
- Djóravælferð og etikkur frá einum søguligum sjónarhorni.
- Lívfrøðiliga grundstøðið fyri hví atlit skulu takast fyri fiskavælferð.
- Hvussu kann fiskur handfarast, so fiskurin verður fyri minst møguligum ágangi.
Webinarið verður hósdagin 13. Februar 2020. Tilmelding fer fram á https://www.petprofessionalguild.com/event-3494967.
Her finnast allar viðkomandi upplýsingar viðvíkjandi eitt nú tíð og kostnað.
Um ein ikki fær fylgt webinarinum beinleiðis, tá tað verður sent, ber til at síggja tað seinni. Øll, ið hava teknað seg, fáa eina upptøku av webinarinum sendandi.
Ása Johannesen er lívfrøðingur á Fiskaaling, har hon arbeiðir við fiskavælferð. Ása hevur PhD í atferðarvistfrøði (behavioural ecology). Hon hevur arbeitt nógv ár við rognkelsum, og granskar í løtuni alilaks.