hósdagur, 27. oktober 2016
Ása Johannesen, granskari á Fiskaaling, hevur á aliráðstevnuni ”Aquaculture Europe”, sum varð hildin í Edinburgh í september, hildið fyrilestur um persónligheit hjá rognkelsum. Fyrilesturin vakti áhuga, og viðtal við Ásu er at lesa á heimasíðuni ”The Fish Site”.
Acuaculture Europe ráðstevnan vardi í fýra dagar, og viðgjørdi aling sum heild í Europa. Tað luttaka fleiri túsund fólk á slíkari ráðstevnu. Ikki bara europearar, uttan eisini fólk úr bæði Amerika og Australia, greiðir Ása frá.
Fyrilesturin hjá Ásu varð flokkaður undir tann partin, sum snúði seg um reinsifisk.
Greinin á The Fish Site kann lesast her
http://www.thefishsite.com/fishnews/28227/aquacultureeurope2016-does-lumpfish-personality-affect-sea-lice-consumption/