Havfrøðingur, verkfrøðingur ella annað náttúruvísindafólk til Fiskaaling

Havfrøðingur, verkfrøðingur ella annað náttúruvísindafólk

Fiskaaling søkir eftir avloysara frá 1. desembur 2021 - ella skjótast gjørligt - og fyribils eitt ár fram.

Tú kemur at starvast á deildini Fjarðaelvi, sum arbeiðir við fleiri áhugaverdum granskingarverkætlanum og tænastum til vinnuna. Ein týðandi partur av okkara virksemi er at kanna streym og alduviðurksifti á føroysku firðunum, umframt at kanna, hvussu aliútgerð háttar sær á harðbalnum økjum. Í hesum sambandi verður nógv data framleitt, ið skal góðskutryggjast, viðgerast og mennast til vitan.

Visjónin hjá Fiskaaling er Vitan til varandi aling. Tað merkir, at vit arbeiða við langsiktaðari og dygdargóðari gransking, sum hevur til endamáls at uppbyggja vitan á altjóða støði. Hetta kemur alivinnuni, og harvið eisini føroyska búskapinum sum heild, til góðar.

Arbeiðsøkið

Hon, tú skalt avloysa, er havfrøðingur og hevur millum annað arbeitt við at gera mátingar á sjónum, viðgera data og skriva frágreiðingar. Vónandi fært tú átikið tær hesar uppgávur, men í aðrar mátar kemur arbeiðsdagurin at myndast av tínum førleikum og áhuga. Førleikar innan støddfrøði, hagfrøði, dátugrunnar, KT og HPC eru eisini viðkomandi fyri deildina.

Tú hevur eisini møguleika at menna og seta í verk nýggjar verkætlanir.

Førleikar

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum, álítandi og sjálvstøðugum persóni við góðum samstarvsevnum. Fyrimunur er, um umsøkjarin hevur onkrar av niðanfyristandandi førleikum:

  • Viðkomandi útbúgving so sum havfrøði, verkfrøði ella aðra náttúruvísindi
  • Royndir við Python/R/Matlab ella líknandi forriti
  • Áhuga fyri at menna vitan
  • Góð samskiftisevni í skrift og talu á føroyskum og enskum

Setanarviðurskifti

Talan er um fulltíðarstarv í eitt ár. Hetta er eitt virkisøki í menning, tí er møguleiki fyri framhaldandi setan. Starvsstaðurin er við Áir. Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Umsóknin

Umsókn við prógvum, arbeiðsroyndum og øðrum viðkomandi tilfari kann sendast til fiskaaling@fiskaaling.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 17. oktobur 2021.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ernu Lava Olsen á tlf. 774759 ella á erna@fiskaaling.fo

P/F Fiskaaling er skipað sum partafelag, sum Føroya landsstýri eigur, smb. Løgtingslóg nr. 73 frá 25. mai 2009.

Sum óheft fyritøka skal Fiskaaling veita tænastur, sum alivinnan kann gagnnýta í alivirkseminum. Tann vitanin, sum Fiskaaling uppbyggir, er eisini við til at vísa fyri umheiminum, at føroyskar fyritøkur virka eftir altjóða krøvum innan fyri røkt, framleiðslu, umhvørvi og burðardygd. Á Fiskaaling starvast áleið 30 fólk.