Gransking: Í vikuskiftinum fekk Fiskaaling ein kúlulaks, sum var at kalla gýtingarklárur. Frammanundan eru tveir kallfiskar við sili fingnir, og váttar hetta, at kúlulaksurin man ætla sær at nørast í Føroyum.
Tað var ikki uttan orsøk, at Fiskaaling og Havbúnaðarfelagið byrjaðu verkætlanina at kanna støðuna viðvíkjandi kúlulaksi í Føroyum. Kúlulaksur er fingin onnur ár, men seinastu árini er títtleikin øktur. Talan kundi vera um einstakar laksar, ið ikki ætlaðu at nørast her, ella um ein nýggjan stovn, ið er í ferð við at fóta sær í føroyskum sjógvi.
Kúlulaksurin hoyrir ikki náttúrliga heima her um leiðir. Tí kunnu nýggir vandar ella váðar vera knýttir at støðuni, um kúlulaksurin megnar at fáa fótin fyri seg. Hugsað verður tá serliga um sjúkur og smittur, sum kúlulaksurin kann vera berari av.
“Higartil hava vit einans staðfest, at nógv bendir á, at kúlulaksurin ætlar sær at nørast her, men enn duga vit ikki at meta um í hvønn mun hetta eydnast teimum, t.e. um nakað kemur undan. Hetta má víðari gransking staðfesta” sigur Kirstin Eliasen, deildarleiðari á Fiskaaling og leiðari á granskingarverkætlanini um kúlulaks.
Fiskaaling heitir á øll, ið fáa kúlulaks, um at lata hann til Fiskaaling, sum so kann gera neyðugu sjúkukanningarnar. Øll, ið lata kúlulaks inn til verkætlanina, fáa fíggjarliga samsýning afturfyri. Tað er av alstórum týdningi, at fiskurin er so heilur og feskur sum gjørligt. Tað vil siga hvørki kruvdur ella frystur. Í hesum sambandi kann ringjast til avvarðandi á Fiskaaling á telefon 774703.
Umframt kúluna, ið siljafiskurin fær í gýtingartíðarskeiðnum, er eitt eyðkenni fyri kúlulaksin, at hann hevur hvítan kjaft við svørtum góma og svarta tungu.