Fiskaheilsudeildin skipar javnan fyri góðskudøgnum fyri starvsfólkunum, hvørs endamál er at  tryggja, at lúsateljingarnar eru rættar.

Góðskutrygging av lúsateljingum og táknukanningum

Starvsfólk frá Fiskaaling ferðast millum aliøkini í Føroyum at telja lús á 20 laksum úr hvørjum einasta aliringi í minsta lagi 14. hvønn dag. Tað eru starvsfólkini á Fiskaheilsudeildini á Fiskaaling, ið standa fyri hesum teljingum. Til hvørja teljing fremja tey eisini táknukanningar, har táknurnar verða stigbendar eftir, hvussu penar tær eru.

At tryggja eina høga góðsku á lúsateljingunum er sera umráðandi, tí úrslitini av lúsateljingunum verða beinleiðis brúkt av alivinnuni og myndugleikanum.

Tí skipar Fiskaheilsudeildin javnan fyri góðskudøgnum fyri starvsfólkunum, hvørs endamál er at  tryggja, at lúsateljingarnar eru rættar og at táknurnar verða stigbendar á sama hátt. Ein slíkur dagur var í dag, 8. september. Byrjað varð við at hyggja eftir táknum, og um hesar vóru skaddar, høvdu brek ella táknusjúkuna AGD (Amoebic Gil Disease).
Næst á skránni vóru lúsateljingar. Til høvið vóru savnaðar inn lýs. Teljararnir skuldu eyðmerkja, um talan var um kynsbúnar kvennlaksalýs, stórar flytførar laksalýs, smáar flytførar laksalýs, seiðalýs ella fastar lýs.

Talan er um eitt afturvendandi tiltak á Fiskaaling, ið er sera umráðandi fyri at varðveita eina góða góðsku á hesum tænastum.