Góðskukanningar

Fiskaaling hevur gjørt góðskukanningar av laksi frá øllum alifyritøkunum í Føroyum frá mars 2010 til feb. 2011. Kanningarnar vórðu gjørdar fyri at skjalprógva góðskuna á føroyskum alilaksi, samanbera laks frá øllum alifyritøkunum í Føroyum og fyri at kanna, hvussu góðskan broytist við árstíðini. Úrslitini vórðu send til alifyritøkurnar og løgd fram á Aliráðstevnuni í feb. 2011. Sum ein liður í at varðveitatí góðu góðskuna á føroyskum alilaksi ynskir Fiskaaling nú at veita niðanfyristandandi góðskukanningar sum eina tænastu til alifyritøkurnar. Litur, fiti og pigment Longd og vekt verða skrásett. Vinstra flak verður skorið og litkort verður nýtt til at meta um litin á flakinum. Tær objektive kanningarnar verða gjørdar á høgra flaki. Norwegian Quality Cut (NQC) verður skorið og litur, fiti (%) og pigment (mg/kg) verða mátað við Photofish. Fastleika og gaping Sensorisk kanning: Vinstra flak verður skorið og stig verða givin fyri fastleika og gaping. Objektiv kanning: Høgra flak verður skorið og brotstyrki verður mátað við einum teksturtóli. QIM Sensorisk kanning: Hugt verður eftir broytingum, sum henda við skræðu, eygum, táknum og búkholu og stig verða givin. Stigini verða løgd saman soleiðis, at vit fáa eitt samlað góðskutal, sum nevnist QIM (Quality index method).